Søgan hjá KvF

Søgan hjá KvF

Søgan hjá Útvarpi Føroya

Fyrsta tíðin

Útvarp Føroya byrjaði sínar sendingar 6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956 samtykt at stovna eitt alment útvarp í Føroyum.

Axel Tórgarð, prestur, varð settur sum útvarpsstjóri. Starvsfólk hjá honum skuldu verða Hjørdis Thomsen úr Nólsoy sum programmfólk og Jóan Petur Meitilberg úr Havn sum tøknikari.

Tá sendingarnar byrjaðu, vóru bara Axel og Hjørdis komin í starv, tí Jóan Petur var blivin sjúkur, og hann doyði stutt eftir. Í hansara stað fekk útvarpið sær skjótt nøkur hjálparfólk.

Ein teirra var studenturin og bankamaðurin Niels Juel Arge, sum heilt tíðliga í tíðini hjá útvarpinum gjørdi vart við seg sum upplesari, og ein annar var Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri.

Niels Juel Arge varð settur í fast starv longu í mai 1957, og eina tíð hevði útvarpið avtalu við Lias um, at hann skuldi lata tíðindi fyri ávíst krónutal fyrrapart og seinnapart. Seinni varð eisini hann settur í fast starv sum tíðindamaður.

Senditíðin var stutt. Sent varð ein hálvan tíma á middegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu- og tónleikasendingar.

Lurtaraprosentið var ógvuliga høgt. Lurtað var eftir hvørjum orði, sum sagt varð í útvarpinum, og fólk skiftu nógv orð um tað, sum bleiv sagt, og ikki minni um, hvussu tað varð sagt.

Fólk kliktu eisini hendan nýggja føroyska miðil, men blaðið 14. September umskrivaði eitt herróp hjá fuglavininum Sverra Patursson og segði: “Latið smáfuglar, heiðafuglar – og útvarpið – hava frið!”.

Senditíðin verður longd

Smátt um smátt varð longt um senditíðina. Sendingarnar vórðu fleiri og fjølbroyttari, og manningin varð eisini økt í smáum. Í 1960 tók Niels Juel Arge við sum útvarpsstjóri, og var hann stjóri til 1990. Útvarpið menti seg gjøgnum øll trýssini, stundum við stórum framleiðslum av útvarpsleikum, beinleiðis sendingum, týðing av heimsbókmentum o.s.fr.

Men pengarnir vóru ov fáir. Útvarpið kláraði ikki at fylgja við tíðini við teimum peningaligu møguleikum, sum vóru. Tøknin var gomul, starvsfólkini ov fá, húsarúmdin ov lítil og tilboðið til lurtaran kundi verið betri.

V4 verður varpað

Alt hetta gjørdi, at farið varð undir eydnuspælið V4. Tað varð sambært løgtingslóg sett í verk í november 1969. V4 vísti seg at gerast ein rimmar inntøkukelda hjá útvarpinum. Samstundis fekk útvarpið sína størstu viðgongd nakrantíð við undirhaldssendingunum, sum folk bara nevndu V4. Ferðast varð kring landið, og sent varð av bygd og úr bý í eini 10 ár.

Nýggj útvarpshús

V4 munaði væl í allar mátar, og skjótt varð farið undir at tekna hús til útvarpið í staðin fyri hølini á Bryggjubakka, sum útvarpið upprunaliga leigaði frá Telefonverkinum, og keypti fyrst í sjeytiárunum.

Tað tók sína tíð at fáa tey nýggju húsini. Farið varð undir byggingina á heysti 1978, og 2. juli 1981 varð flutt inn í tann eystara partin av húsinum, sum hevur tríggjar útvarpsstovur og skrivstovu- og redaksjónsrúm.

Á sjálvum 25 ára degnum, tann 6. februar 1982, varð alt húsið tikið í brúk. Nú vóru eisini forhøllin, útvarpshøllin og leikhøllin klárar. Útvarpið hevði nú einar 2200 fermetrar av gólvi at húsast á, og bara útvarpshøllin einsamøll hevði líka stóra gólvvídd, sum tey gomlu hølini á Bryggjubakka til samans.

Endamálið við útvarpshúsinum var at fáa umstøður at gera gott útvarp. Lagt varð eisini beinanvegin til brots at menna sendingarnar og leingja senditíðina, sum var komin upp á einar 2000 tímar um árið. Síðani hevur senditíðin verið longd javnt og samt, og í nøkur ár hevur hon verið allan sólarringin.

Kappingarneytar leggjast afturat

Manningartalið øktist samstundis, og kappingin harðnaði. Útvarp Føroya var síni fyrstu mongu ár einasti luftborni miðil í landinum. Kapping var frá norskum, donskum og íslendskum útvarpi. Í henni stóð Útvarp Føroya seg væl.

Umleið 1980 fekk ÚF eisini kapping frá sjónvarpi í Føroyum. Sendingarnar hjá fyrst Sjónvarpsfelagnum og síðani Sjónvarpi Føroya tóku í fyrstani nógvar lurtarar ein part av degnum, men sum frá leið stóð útvarpið seg eisini væl í hesi kapping og menti seg.

Í nítiárunum kom fyrst kapping frá fylgisveinasjónvarpi og síðani øðrum føroyskum útvarpsrásum. Umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya broyttust, og kappingin um lurtararnar harðnaði enn meir.

Við eini viðkomandi og føroyskari kós við bæði sendingum og tíðindum stóð Útvarp Føroya seg í hesi kapping, og útvarpshúsið var miðskeiðis í nítiárunum víðkað, so betur pláss bleiv til fólk og virksemi.

Fleiri sendarar

Útvarpið byrjaði sínar sendingar við einum lítlum 5 kW sendara frá Marconi, sum kom úr Suðurafrika, hagar hann varð sendur miðskeiðis í fimtiárunum. Hann varð tó ongantíð uppsettur har og kom síðani til Føroya, har hann varð settur upp uppi á Varða í Havn.

Hesin sendari var leingi álitið hjá Útvarpi Føroya at bera boð til Føroya folk, men hann hevði sínar veikleikar og onkuntíð kavaði hann inni, so hann fekk ikki sent. Hjálpt varð um hetta um tíggjuáraskifti 1969-1970, tá tríggir FM-sendarar vórðu settir upp á Húsareyni, á Brúnaskarði og á Hestinum.

Hesir sendarar sendu ikki so langt, sum millumbylgjan, men ljóðgóðskan var munandi betri, og gjøgnum hesar sendarar hoyrdu eitt nú hetlendingar sínar fyrstu sendingar í sterio. Útvarp Føroya varð seinni í sjeytiárunum fyrsta útvarpsstøð, sum rakk um alt landið við stereo.

Sjófólkið fær útvarp Øll áttiárini varð arbeitt fyri nýggjum og sterkum millumbylgjusendara at røkka sjófólkið, sum hevði sítt arbeiðspláss víða um Norðuratlantshav. Hetta fekst loksins í lag, og avrátt varð at byggja ein 200 kW-sendara í Akrabyrgi. Hann sendi í 18 ár, til hann í 2008 varð skiftur um við tveir nýggjar sendarar, ein á 100 kW og ein á 50 kW.

Útvarpið og sjónvarpið verða Kringvarpið

Tá Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1983, var umráðandi hjá politikarunum, at útvarpið og sjónvarpið vóru hvør sín stovnur. Sum fráleið broyttist hugsanin, og 1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, nevndur Kringvarp Føroya.

Søgan hjá Sjónvarpi Føroya

Politikararnir høvdu ikki stórar ætlanir, tá teir settu almenna sjónvarpið á stovn. Sjónvarpsfeløg høvdu sent kring landið í nøkur ár, men meginparturin av tilfarinum, sum tey sendu, varð tikin úr Danmarks Radio. Privatfólk í Danmark tóku sendingarnar upp fyri sjónvarpfeløgini, sum sendu tær aftur í Føroyum.

Men hetta var ikki lógligt, og tá leiðslan í DR gjørdi føroyskar myndugleikar varugar við, at hetta kundi ikki halda fram, vórðu politikararnir trýstir at seta alment sjónvarp á stovn.

Lágt raðfest

Nógvir politikarar vildu varðveita sjónvarpsfeløgini, men tá teir vórðu kroystir at seta almenna sjónvarpið á stovn, vóru ambisjónirnar so lítlar, at tað bert skuldu starvast trý fólk í føstum starvi - ein stjóri, ein teknikari og ein bókhaldari, og so nøkur freelance-fólk afturat. Sjónvarpsgjaldið skuldi ikki vera størri enn tað, sum sjónvarpfeløgini kravdu í limagjaldi, o.u 250,00 krónur um árið.

Harafturat var landsstýrissamgongan ósamd um, hvønn bygnað sjónvarpið skuldi hava. Summir vildu hava, at sjónvarpið skuldi verða partur av útvarpinum, meðan aðrir vildu hava sjónvarpið lagt í sjálvstøðugan stovn, við egnari leiðslu og sjónvarpsnevnd. Tá avtornaði vunnu hesir, og Sjónvarpið gjørdist sjálvstøðugur stovnur, óheftur av útvarpinum.

Eitt annað dømi um, hvussu lága raðfesting sjónvarpsmálið hevði, er, at tá farið var at fáa sjónvarpinum innivist, varð kannað, um tað ikki kundi halda til í gomlu útvarpshúsunum á Bryggjubakka, sum útvarpið stutt frammanundan var flutt úr. Tað endaði við, at innbúgvssølan hjá Smæruni í Vørðsluni í Havn varð keypt og innrættað til sjónvarpshús. Á sumri í 2013 varð alt virksemið hjá sjónvarpinum flutt í Sortudíki.

Alment sjónvarp 1. apríl 1984

Grundarlagið undir lógini um føroyskt sjónvarp, sum Løgtingið samtykti fyrst í áttatiárunum, var lógin um Útvarp Føroya, ið fór at senda í 1957. Peningur hevði í nøkur ár verið settur av á fíggjarlógini til sjónvarpsnet, og tá almenna sjónvarpið fór at senda 1. apríl í 1984, sást tað um meginpartin av landinum.

Fyrstu fimm mánaðirnir vóru royndartíð, men 1. september í 1984 varð farið undir regluligar sendingar. Avtala varð gjørd millum Sjónvarp Føroya og Danmarks Radio, um at Sjónvarpið kundi senda allar sendingar hjá DR í Føroyum, og seinni varð avtala gjørd við TV2 í Danmark, um at sjónvarpið eisini kundi keypa eitt ávíst tímatal av tilfari frá teimum um vikuna, millum annað filmar og sendirøðir.

Jógvan Asbjørn Skaale, fyrsti stjórin

Jógvan Asbjørn Skaale, sum hevði verið formaður í Sjónvarpsfelagnum í Havn, gjørdist fyrsti stjórin í almenna sjónvarpinum. Hóast politikararnir í útgangsstøðinum bert ætlaðu, at sjónvarpsgjaldið skuldi verða kr. 250,00 um árið, eydnaðist at fáa gjaldið hækkað so mikið, at nøkur starvsfólk kundu setast, og so varð lagt til brots.

Stutt áðrenn sjónvarpsfeløgini góvust, vórðu tey farin at senda donsku TV-avísina, men tá almenna sjónvarpið tók yvir, varð TV-avísin strikað. Tað mundi elvt til uppreistur millum hyggjararnar, men leiðslan í sjónvarpinum vildi ikki slaka fyri trýsti, hóast føroyska tíðindasendingin ”Dagur og Vika” bert var á skránni eina ferð um vikuna ta fyrstu tíðina.

Seinni komu tvær tíðindasendingar, og seinastu mongu árini hava tær verið fýra. Leiðslan í sjónvarpinum legði eisini dent á at hava barnasendingar og mentanarsendingar sum fastan tátt á skránni, og haraftrat vórðu gjørdar stakar føroyskar sendingar og kjaksendingar. Seinni eru regluligar ítróttarsendinginar eisini komnar á skránna. Og hetta hevur í høvuðsheitum verið leisturin í sjónvarpsskránni øll árini.

Norðurlendskt samstarv

Sjónvarpið hevur alla tíðina havt gott samband við hinar norðurlendsku kringvarpsstøðirnar, serstakliga NRK, sum Sjónvarp Føroya fekk atgongd til um fylgisvein. Á tann hátt bar til at fáa aktuellar myndir til uttanlandstilfar og norðurlendskt tilfar.

Norðmaðurin varð eisini góður at heita á, tá sjónvarpið skuldi senda Premier Leauge-fótbólt beinleiðis leygardag, tí bondini úr Danmark komu ikki fyrr enn mánadag. Stórur dentur varð lagdur á norðurlenskt tilfar, og sendingin ”Grannar okkara” við norðurlendskum tíðindum var fastur táttur í mong ár.

Hetta var, áðrenn parabolsjónvarp og Televarp komu í hvørt hús í landinum.

Framkomin tøkni

Tá sjónvarpið byrjaði, var tøknin rættliga framkomin, tí nú bar til at taka bæði ljóð og myndir upp á eitt og sama band – sjónbandið. Sjónvarp Føroya var longu frá byrjan tøkniliga á sama stigi sum aðrar sjónvarpsstøðir.

Men sjónvarpsútgerð var framvegis lutfalsliga dýr. Hvørt upptøkusett, sum tíðinda- og myndafólk nýttu, tá tey gjørdu upptøkur uttan fyri sjónvarpið, kostaði tað mesta av eini hálvari millión krónum. Nú er øll tøknin talgild, og hon er vorðin bíligari. Ein stór broyting hevur eisini verið í arbeiðsbýtinum millum tíðinda- og myndafólk og tøknikarar, tí nú er ikki óvanligt, at tíðindafólkini taka upp og klippa tilfarið sjálv - takkað veri nýggju tøknini.

Nógvir sjónvarpsstjórar

Síðani Aksel Tórgarð fyrstu ferð beyð lurtarunum góðan dag á Bryggjubakka 6. februar í 1957, hava bert verið fýra útvarpsstjórar. Men meðan útvarpsstjórarnir hava verið meiri støðugir, hevur verið øðrvísi í sjónvarpinum.

Jógvan Asbjørn Skaale var sjónvarpsstjóri til 1993, tá Árni Gregersen tók við. Í 1995 gjørdist Tróndur Djurhuus sjónvarpsstjóri. Hann sat til september 2000, tá táverandi útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, eisini varð biðin um at taka við leiðsluni í sjónvarpinum fyribils.

Mikkjal Helmsdal gjørdist sjónvarpsstjóri í august 2001, men hann legði frá sær trý ár seinni, tá politiska leiðslan hevði gjørt av at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman í ein stovn – Kringvarp Føroya. Tá varð samstundis avgjørt, at útvarpsstjórin skuldi verða stjóri í samanlagda stovninum frá 1. januar 2005.

Stjórar í Kringvarpinum

Jógvan Jespersen tók við sum fyrsti stjórin í samanlagda stovninum 1. januar 2008 og hann legði frá sær 1. apríl 2008. Tá tók eisini fyrsti kvinnuligi stjórin, Annika Mittún Jacobsen, við á stovninum. Dia Midjord varð settur sum stjóri í Kringvarpinum frá 1. august 2012 og røkti hann starvið til 31. juli 2017.

Johnny í Grótinum varð settur sum stjóri 1. september 2017, hann var í starvinum til 15. juni 2018. Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari, var virkandi stjóri í ein mánað áðrenn Johnny í Grótinum byrjaði, og Kári Sólstein var virkandi stjóri frá 15. juni 2018 til seint í oktober 2018.

Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, byrjaði í starvinum 29. oktober 2018.