Public Service-skyldur

Public Service-skyldurnar hjá Kringvarpinum

Les um Public Service skyldurnar hjá Kringvarpinum og tak niður sáttmálan og Public Service frágreiðingarnar niðast á síðuni her.


Public Service-skyldur Kringvarpsins

Fyrsta tíðarskeiðið við einum skipaðum public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið var galdandi fyri árini 2011-2013. Síðan tá hevur eingin undirskrivaður sáttmáli verið, men sigast má, at samanumtikið er breið semja millum partarnar um at raðfesta yvirskipaðu public service-skyldurnar, ið sáttmálin miðar ímóti. Partarnir leggja dent á, at Kringvarp Føroya hevur ábyrgdina av skránni og frælsi til at leggja innihaldið til rættis.

Kringvarp Føroya hevur sum sjálvstøðugur, almennur stovnur ávísar public service-skyldur mótvegis øllum borgarum. Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan. Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um samfelagsviðurskifti. Fyri at tryggja, at Kringvarp Føroya røkir raðfestar public service-skyldur, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála.

Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna um sakligan og óheftan tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, herundir eisini sendingar til børn og ung.

Somuleiðis skal Kringvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og liva í og saman við tí. Eisini skulu altjóða ásetingar um eitt nú rættindi hjá teimum, ið bera brek, hjá børnum og javnstøðuatlit í samfelagnum havast í huga í almenna kringvarpsvirkseminum.

Miðlalandslagið er nógv broytt, og miðlatilboðini eru øðrvísi í dag. Alt fleiri portalar lata tíðindi og áskoðanir til føroyingar, men eingin trygd er fyri óheftni. Portalar venda sær ofta til sín serliga málbólk og hava ikki somu skyldu at veita eina breiða tænastu. Tí er tað átrokandi neyðugt, at vit hava eina óhefta miðlaeind, ið byggir alt sítt virki á meginreglur um góðan fjølmiðlasið. Tað hevur eisini størri týdning enn nakrantíð, at Kringvarp Føroya er ein savnandi miðil, sum virkar í fólksins tænastu og røkir neyðugar public service-skyldur.

Public service-hugtakið er ovurhonds breitt, og tí er í lógini um Kringvarp Føroya heimilað landsstýrismanninum, eftir orðaskifti í Løgtinginum, at undirskriva ein tíðaravmarkaðan public service-sáttmála við Kringvarp Føroya um at raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur.

Við broytingini í kringvarpsgjaldinum, sum kom í gildi í januar 2016, har kringvarpsgjaldið verður kravt inn um skattin, hevur Kringvarp Føroya fingið eitt støðugari og tryggari fíggjarligt grundarlag.

Orsakað av at fyrsta tíðarskeiðið var eitt tríáraskeið og eisini orsakað av, at hetta er fyrstu ferð, at sáttmáli av hesum slag hevur verið galdandi, og at hann tí kanska ikki hevur staðið sína roynd í øllum lutum, hava partarnir gjørt av, nú støða skuldi takast til nýggjan sáttmála, ikki at broyta so nógv í innihaldinum, men heldur at royna at fáa sáttmálan royndan út í æsir.

Partarnir vóna, at sáttmálin, ið fevnir um tíðarskeiðið 1. januar 2017 – 31. desember 2020, kann virka fyri, at Kringvarp Føroya fær eitt gott grundarlag til tess at røkja sínar public service-skyldur og fyri at virka í fólksins tænastu.

Tórshavn, 22. desember 2016
___________________________

Teksturin omanfyri er inngangurin til galdandi Public Service-sáttmálan.


Skjøl at taka niður

Public Service-frágreiðing 2020 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-sáttmáli 2017-2020 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2019 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2018 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2017 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2016 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2015 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2014 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2013 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2012 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-frágreiðing 2011 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Public Service-sáttmáli 2011-2013 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)