Send jólaheilsanir

Jólaheilsanir til útvarpið

Útvarpið fer aftur í ár, eins og siður hevur verið í nógv ár, at senda jólaheilsanir frá fjarskotnum føroyingum út í heimi undan jólum. Tú kanst sjálvandi eisini senda jólaheilsanir til tíni kæru heima í Føroyum.

Jóla- og nýggjársfjarrit frá skipum kunnu ikki sendast umvegis hesa síðuna. Tey skulu sendast her: Jóla- og nýggjársfjarrit frá skipum til KvF.


Soleiðis gert tú

1: Uploada jólaheilsanir her: Upload (Brúkaranavn og loyniorð (bæði tvey) er: jolaheilsanir)

2: Send ein teldupost til jolaheilsanir@kvf.fo og boða frá, hvaðani jólaheilsanirnar eru sendar, um tað ikki týðiliga sæst á fílunavninum, hvaðani tær eru sendar.

3: Virkar Upload ikki, er møguligt at nýta WeTransfer ella aðra líknandi tænastu, og senda fíluna til jolaheilsanir@kvf.fo.

Upptøkan (helst á fløgu ella geyma) kann eisini sendast í einum brævbjálva til:

Kringvarp Føroya
Postboks 1299
Norðari Ringvegur 20
Fo-100 Tórshavn
Føroyar

Merk brævbjálvan "Jólaheilsanir"


Góð ráð

Vinarliga hav í huga - longu tá upptøkan verður gjørd - at hugsa um at fáa ljóðgóðskuna so góða sum til ber. Um jólaheilsanirnar verða sendar um netið, er frægast um tær eru annaðhvørt av fíluslagnum .wav ella .MP3 í so góðari góðsku sum gjørligt.

Tað er eisini Kringvarpinum til hjálp, og lættir um arbeiðið, um tað í fílunavninum er tilskilað, hvaðani jólaheilsanirnar eru sendar. Dømi: "noreg_trondheim.wav"


Ivamál og spurningar

Ert tú í iva um mannagongdirnar, ert tú sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við okkum. Ring á +298 347500, ella send ein teldupost til jolaheilsanir@kvf.fo og vit venda síðani aftur.

Seinasta freist, at lata inn jólaheilsanir í ár, er týsdagin 19. desember 2023.