- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Danir duga sera væl at gera krimi, spenning og sosialrealismu, tá tað kemur til góða sjónvarpsfiktión.
Nýggja ambitiøsa sendirøðin hjá Danmarks Radio, “Når støvet har lagt sig”, sum snýr seg um eitt yvirgangsálop á danskari jørð, roynir at blanda allar tríggjar sjangrurnar saman í eina sendirøð.
Tað er rithøvunda-greipan, Dorte Høgh og Ida Maria Rydén, sum hava skapt sendirøðina, og higartil hava 6 av 10 pørtum verið at sæð á DR1.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!