- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Jim Carrey spælir ein barnasjónvarpsvertur í sorgarfullu og skemtiligu sendirøðini "Kidding". Fyrsta sesong kom út á HBO í 2018 og varð væl móttikin, nú er onnur sesong klár á HBO.
Jim Carrey er mest kendur fyri sínar skemtifilmar, men hann hevur sanniliga eisini fingið viðurkenning fyri sínar meiri álvarsligu leiklutir.
Henda sendirøðin er ein samanrenning av báðum leiklutunum.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!