- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
H. G. Wells hevur skrivað nógvar kendar bøkur, sum eru gjørdar til filmar. Millum annað "War of the Worlds", "The Island of Doctor Moreau" og "The Invisible Man".
Nú er enn ein útgáva av "The Invisible Man" gjørd. Tað er Leigh Whannell, sum hevur skrivað og leikstjórnað. Hann er mest kendur fyri "Saw" og "Insidious" filmarnar.
Elisabeth Moss spælir høvuðsleiklutin.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!