Gudstænastur í sjónvarpi

Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni
18-07-2021
Hátíðarguðstænasta í Fríðrikskirkjuni, nú Margretha drotning vitjar.

 

Fríðrikskirkjan 18. juli 2021 – kl. 10.00 

Hennara Hátign Drotning Margretha er á vitjan í Føroyum.

Præludium: Prélude (úr Te Deum D major)  - eftir Marc-Antoine Charpenter (1634-1704) 

Jón Magnus Joensen spælir urgu, og Ernst Remmel spælir trompet. 

Introitus / Kirkjukórið á Toftum: Á morgni árla vit Guði lova. H.J. Højgaard og A.C. Evensen. 

Mikael Jóhan Heinesen er kórleiðari hjá Toftakórinum 

Sálmur nr. 556 : À morgni árla vit Guði lova.

1. Á morgni árla vit Guði lova, 

sum lærdi okkum so trygt at sova 

í Jesu navni um náttartíð 

sum børn á armi hjá móður blíð'. 

  

2. Á morgni sólin í líðum hongur; 

og til sítt arbeiði maður gongur; 

sum fuglur vítt yvir landið fer, 

mín morgunsongur úr hjarta ber. 

  

3. Á morgni árla av gulli lýsir, 

og hugin gleðini inni hýsir; 

er sælur dagur, um tárið rann, 

tá til Guðs æru tú livdi hann. 

  

4. So gangi hvør til sítt egna yrki, 

og byggi hvør so Guðs hús og kirkju; 

tá fært tú eydnu og huga til 

at gera gagn, rætt sum Guð tað vil. 

  

Norskur. A.C. Evensen. 

Lag: Sl. 19 

Sálmur nr.1: Harra Guð, títt dýra navn og æra.  

 

1.Harra Guð, títt dýra navn og æra 

skal um allan heim í metum vera, 

hvør sálin sæla, 

hvør tungt má træla, 

alt, sum kann mæla, 

skal teg umtala 

og æra. 

  

2. Guð er Guð, um land alt legðist oyðið, 

Guð er Guð, um menniskjan øll doyði, 

um ættir fara, 

um øldir snara, 

blant stjørnuskara 

skal ótømd vara 

Guðs grøði. 

  

3. Høga høll og lága lon skal víkja, 

jørð og himmal skulu bæði svíkja, 

hvørt fjall, hvør sýna, 

hvør tindur dvína, 

men fram skal trína, 

sum sólin skína 

Guðs ríki. 

  

Petter Dass 1698. 

J. Dahl 1925. 

Lag: Sl. 121. 

Sálmur nr.235: Halgi Andi, kom tú inn.  

Halgi Andi, kom tú inn 

í mítt hjarta, hug og sinn, 

náðarorðið týð tú mær, 

vís mær Jesu fótafar, 

so eg kann í Jesu navn 

stevna móti himnahavn. 

  

2. Trúar andi, kærleiks band 

legg tú um mítt fólk og land, 

lýs tú upp mín myrka veg, 

so at eg kann hóma teg; 

tá ið dagur aftnar her, 

tú í mínum barmi ver. 

  

3. Legg mær bøn á tungublað, 

so eg kann til evsta dag, 

tá ið eg á hvíldarstund 

eygað leggja skal í blund, 

lov og tøkk út syngja tær 

fyri hjálp, tú veitti mær. 

  

S.M. Zachariasen. 

Lag: sum Sl. 74. 

Markus 8,1 – 9:  

Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta.Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.»Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?»Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.» Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni.Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um. Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops.Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað. 

Eivør Pálsdóttir syngur sálm nr.322: Eg skar mítt navn í grein ta hvítu. 

1.Eg skar mítt navn í grein ta hvítu, 

og bjørkin tók tað í sín favn, 

tá børkur vaks, varð merkið lítið, 

og loksins hvarv tað heila navn. 

  

2. Men træið feldi stormur sterki, 

og undir børkinum eg tá 

fekk sama gamla navnamerki 

við somu telging aftur sjá. 

  

3. Ja, vilt tú navn títt, Guð mín, skriva 

í mína sál, tín ognarlut, 

tá veit eg væl, at tað skal liva 

um aldur og ei strikast út. 

  

4. Og tá meg fellir deyðin sterki, 

og alt í grøv er dult og gloymt, 

gev, Guð, tú tá títt navnamerki 

í hjarta mínum finnur goymt! 

  

Jacob Paulli yrkti og Jóannes Patursson týddi til føroyskt í 1901. 

Tónaskaldið Hans Jacob Højgaard hevur gjørt lagið. 

Ùtsett hevur Tróndur Bogason. 

Tróndur Bogason spælir orgul og Mattias Kapnas spælir klaver.  

 

Sálmur nr.326: Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor.  

Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor, 

eitt heim, eg kann kalla mítt egna, 

tú gavst mær mítt dagsverk og breyð á mítt borð. 

Her vísir mær leiðina, Harri, títt orð, 

tað orð, sum kann metta og magna. 

Her eigi eg búgv, 

kann liva í trúgv, 

at tú vilt sum faðir mær gagna. 

  

2. Frá ættum, sum fóru, eg arvaði her 

ta mold, eg um árini dyrki, 

teir ruddaðu bøin, teir gróvu upp ker, 

tann ogn, sum eg eigi, frá fedrunum er. 

Nú, Harri, vælsigna mítt yrki! 

Tann jørð, sum er mín, 

var altíð tó tín. 

Tú eina kanst veita mær styrki. 

  

3. So lær meg at liva, mín Guð, sum eg kann, 

so fróur sum fuglur tær lova, 

og takka, at himinin vætir mítt land, 

at sólin her skínur um bø og um sand, 

at frukt er mær givin í kova. 

Ei megin er mín, 

men gávan er tín, 

tað veksur jú, meðan vit sova. 

  

4. So lær meg, o, Harri, at tæna tær her 

og nýta tað pund, mær er givið, 

í dagligum virki, í orði og gerð 

tí bróður at hjálpa, sum veikari er, 

at elska, tí tað er at liva. 

Og gev mær so vist 

eitt navn, Harri Krist, 

sum í tíni lívsbók er skrivað. 

  

C.R. Sundell 1934. Salomon J. Joensen. 

Lag: Sl. 341 a og b. 

Fjórði sálmur:  

Almagts Gud, velsignet vær! 
Love vil vi lydt din ære, 
dig ophøje fjern og nær, 
synge med blandt engles hære, 
bøje os i støvet ned 
for vor konges herlighed. 

 

Offerlam med korsets stav, 
skyldfri dybt i pinen sænket, 
du besejred død og grav 
ved den kraft, som Gud dig skænked; 
Helveds vælde, dødens magt 
knust du har i støvet lagt. 

 

Lad dit rige allen sted 
vidt udgå med fred i følge 
nu og i al evighed! 
Lad på land, og lad på bølge 
alles knæ til evig gavn 
bøje sig i Jesu navn! 

 

Helligånd, dig lov og pris 
sammen med Gud Fader være 
og med Jesus, stærk og vís, 
brudgom vor og broder kære! 
Over os hans kærlighed 
evig, evig vare ved! 

Te Deum 4. årh. Ignaz Franz 1771. 
Henri Louis Empaytaz 1817. 
Bernhard Paludan-Müller 1884. 

Postludium:  

Andante (úr Ten organ volutaries Op 5. Vol 1.)   - eftir John Stanley 

The Harmonius Blacksmith (úr Air and variations) eftir G. F. Handel   (1685-1759) 

Jón Magnus Joensen spælir urgu, og Ernst Remmel spælir trompet. 

Kirkjutænarir eru : 

Biskupur: Jógvan Fríðriksson 

Dómpróvstur: Uni Næs 

Prestur: Ovi Brim 

Deknur:Hallfríð Hammer í Hjøllum 

Urguleikari: Jón Magnus Joensen 

Klokkari: Andrias Magnussen 

 

Tøkningar eru Finnur Hansen og Eyðstein Heinesen.

Gudstænastur í sjónvarpi

Sjónvarpið sendir møti og gudstænastur frá ymsum samkomum í Føroyum hvønn sunnudag klokkan 16:00.

Nýggjársguðstænasta í Sands kirkju 2023
31-12-2023
Jóladagur í Dómkirkjuni.
25-12-2023
Rituvíkar bygd fyllir 150 ár jólaaftan 2023.
24-12-2023
Jónhard Jógvansson, prestur, prædikar.
17-12-2023
Í dag senda vit guðstænastu úr Havnar kirkju, har Steintóra Gleðisheygg Joensen, verður skipað í embætið, sum sóknarprestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
26-11-2023
Hátíðarguðstænasta, nú tvey hundrað ár eru liðin, síðani Matteusar evangeliið kom út á føroyskum.
12-11-2023
- Jonhard Jógvansson, prestur, prædikar
29-10-2023
Sverri Steinhólm er diakonprestur.
15-10-2023
18. sunnudagur eftir trintitatis. Ovi Brim, prestur, prædikar.
08-10-2023