- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kofod og Bramsen í samráð
Tíðliga í morgun vórðu Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, og Tine Bramsen, verjumálaráðharri, kallaði í samráð í uttanríkisnevndini hjá fólkatinginum.
Danska stjórnin hevur fingið nógvan kritikk fyri afturtøkuna úr Afganistan, tí øll á Danskaralistanum vórðu ikki evakueraði áðrenn síðsta danska flogfarið lætti úr Kabul.
Uttanríkisnevndin hjá fólkatinginum vildi hava greiðu á, hví uttanríkis- og verjumálaráðini ikki fóru undir afturtøkuna fyrr, og hví afturtøkan var so illa skipað.
- Tað var óvæntað, at Taliban tók valdið í Afganistan eftir so stutta tíð. Hetta var ikki tað, sum fregnartænastan hjá donsku verjuni, Forsvarets Efterretningstjeneste, metti fór at henda, søgdu Bramsen og Kofod í dag.
Danir evakueraðu 1.038 fólk úr Afganistan í august mánaða. Seinasta uppgerðin vísir, at tað enn eru 57 fólk frá evakueringslistanum eftir í Afganistan. 33 av teimum eru á Danskaralistanum. Tað eru fólk við donskum ríkisborgararætti ella donskum uppihaldsloyvi.
- Tað má fáa avleiðingar, at afturtøkan var so illa skipað. Tað segði Marcus Knuth úr Konservativa flokkinum undir samráðnum í dag.
Í Hollandi fær afturtøkan avleiðingar
Eisini í øðrum londum er man farin at eftirmeta afturtøkuna úr Afganistan.
Uttanríkisráðharrin í Hollandi, Sigrid Kaag, fór frá í gjár, orsakað av síni handfaring av afturtøkuni úr Afganistan
Hollendska blaðið De Telegraf skrivar, at Sigrid Kaag verður koyrd frá, tí hon fær skyldina fyri illa skipaðu afturtøkuna úr Afganistan.
Jeppe Kofod segði undir samráðnum, at tað verður ringt at finna eitt land í Evropa, sum ikki eisini stríðist við at fáa síðstu ríkisborgararnar heim úr Afganistan.