Alivinnan rindaði 93 mió. kr. minni í tøkugjaldi

Alivinnan rindaði 93 mió. kr. minni í tøkugjaldi
Landskassin fekk eisini minni í avgjaldi á fiskatilfeingi
Korona fær skyldina fyri, at alivinnan rindaði minni í tøkugjaldi í fjør, enn roknað varð við.
 
30.08.2021 - 09:53

Landskassin fekk 93,2 milliónir krónur minni í tøkugjaldi, enn roknað varð við frá alivinnuni í fjør.

Í fíggjarlógini varð roknað við 175 milliónum krónum.

Men so nógv kom ikki í kassan, verri enn so. Tá avtornaði komu bara 81,8 mió. kr.

Korona fær skyldina.

Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá landsstýrinum, at orsøkin er verri marknaðaratgongd, minni keypsorka og lægri laksaprísur ein stóran part av árinum 2020.

Makrelkvotan ikki fiskað

Minni kom eisini í landskassan frá avgjaldi á fiskatilfeingi.

Talan er um slakar 39 milliónir, tí øll makrelkvotan varð ikki fiskað í fjør.

Men uppboðssølan gav 18,5 mió. kr. meira, enn mett varð í fíggjarlógini.

So samanumtikið fekk landið góðar 20 milliónir krónur minni frá fiskivinnuni, enn mett varð í fíggjarlógini. Har varð roknað við 314 milliónum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652