Stjórnin samsek í morði av journalisti

Stjórnin samsek í morði av journalisti
Stjórnin í Malta var samsek í, at journalisturin Daphne Caruana Galizia var dripin í 2017. Tað er niðurstøðan í einarin óheftari kanning av málinum, skrivar The Guardian
Daphne Caruana Galizia varð dripin í 2017 av einari bilbumbu. Hon var ein kendur gravandi journalistur í Malta, sum millum annað avdúkaði korruptión í landinum í sambandi við Panama Pappírini.
 
01.08.2021 - 14:22

Stjórnin hevur skapt eina mentan, har slíkt ber til, stendur í  niðurstøðuni. Tað er ein bólkur av dómarum í Malta, sum í vikuni legði niðurstøðuna fram í eini 437 síður langari frágreiðing um málið. 

Tað var í 2017, at Galizia varð dripin av bilbumbu, tá ið  hon koyrdi frá húsum. Morðið skapti øsing í fleiri evropeiskum londum, og setti ráðandi flokkin í Malta í eina politiska gølu. Ákæruvaldið heldur, at tað er vinnulívsmaðurin Yorgen Fenech, sum er tætt knýttur at fleiri leiðandi fólkum í stjórnini, sum er heilin aftanfyri morðið. Hann skal á ákærubonkin fyri morðið, men noktar seg sekan. 

Tríggir menn eru ákærdir fyri at hava sprongt bilin hjá journalistinum. Ein teirra hevur játtað seg sekan og er dømdur 15 ára fongsulsrevsing, hinir báðir skulu í rættin. Maðurin, sum játtaði seg sekan, er nú eitt vitni og hevur fingið immunitet av somu orsøk. 

Kanningin sigur, at lógloysi sprettir frá hægstu rókum í Malta, og spreiddi seg síðani til aðrar stovnar og til løgregluna. Kanningin er almannakunngjørt av forsætisráharranum í Malta. Fyrrverandi forsætisráharrin, Joseph Muscat, legði frá sær í desember 2019, eftir at Fenech var handtikin. Hann er ongantíð ákærdur fyri at hava verið blandaður upp í málið. 

Journalisturin Daphne Caruana Gali-zia stóð á odda fyri kanningum í Panama Pappírunum av korruptión í Malta. Familjan hjá henni sigur í tíðindaskrivi, eftir at kanningin er blivin almenn, at hetta váttar júst tað, tey hava hildið frá byrjan - at morðið av henni var ein beinleiðis avleiðing av, at rættarsamfelagið í Malta er niðurbrotið. 

Tey siga seg vóna, at hendan kanningin kann leiða til, at rættarsamfelagið og fólkaræði aftur vera berandi í landinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012