Flóttafólk bjargað av træbáti

Flóttafólk bjargað av træbáti
394 flóttafólk eru bjargað av einum stórum træbáti í Miðjarhavinum.
Savnsmynd av flóttafólki úr Libia.
 
01.08.2021 - 14:15

Báturin hevði tikið nógvan sjógv inn.

Eitt týskt og eitt franskt skip frá hjálparfelagsskapum tók fólkini upp í nátt. Tá var báturin staddur umleið 68 kilometrar frá strondini í Norðurafrika, skrivar Reuters.

Fleiri av fólkunum lupu fyri borð og fóru at svimja móti bjargingarskipunum, tá ið tey sóu tey, skrivar Reuters. 

Franski hjálparfelagsskapurin sigur, at tey bjargaðu, nú eru umborð á skipunum 'Ocean Viking' og 'Sea Watch', har tey nú fáa hjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964