Eldur í húsum á Velbastað

Eldur í húsum á Velbastað
Í morgun kyknaði eldur í einum sethúsum á Velbastað. Tvey fólk vórðu flutt á landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.
 
31.07.2021 - 10:14

Eldur kyknaði í einum húsum á Velsbastað í morgun.

Løgreglan fekk fráboðan um seks tíðina í morgun.

Fólk vóru inni og royndu at sløkkja, men eldur var í millum skins og hold og var tí ringur at basa.

Sambært vakthavandi á politistøðini er nógvur materiellur skaði á húsunum og tvey fólk eru flutt á landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran. 

Tað er ikki heilt greitt hvussu eldurin kyknaði, men okkurt bendir á, at tað er í samand við eitt útiumhvørvi við potti og sauna.

Eldurin er kyknaður uttanfyri og hevur breitt seg upp eftir húsavegginum og upp í tak-konstruktiónina.

Eldurin er nú sløktur, men enn stendur brandvakt við húsini at tryggja sær, at eldurin ikki kyknar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887