Skiparar taka ikki við sektaruppskoti

Skiparar taka ikki við sektaruppskoti
Stríðið millum Varðan og Vørn endar í Fiskimálaráðnum
Skipararnir á Gøtunesi, Tummasi T og Tróndi í Gøtu taka ikki av sektaruppskotinum, sum teir fingu frá Vørn.
 
26.07.2021 - 10:22

Skipararnir á uppsjóvarskipunum Tummasi T, Gøtunesi og Tróndi í Gøtu tóku ikki við sektaruppskotunum, sum teir fingu frá Vørn fyri at taka og lata makrel í altjóða sjógvi uttan at biðja um loyvi.

Hvør skipari fekk 150.000 kr. í sektaruppskoti.

Tá ikki verður tikið av einum sektaruppskoti, verða málini latin fútanum.

Fyrr eru trý onnur sektaruppskot latin fyri at umskipa makrel í føroyskum sjógvi. Tey fingu skipararnir á Finni Fríða, Gøtunesi og Tróndi í Gøtu.

Hesi sektaruppskotini vóru 130.000. Bara skiparin á Finni Fríða tók av.

Endar í Fiskimálaráðnum 

Stríðið millum Varðan og Vørn endar í Fiskimálaráðnum.

Varðin ætlar at kæra avgerðina hjá Vørn um, at skipini Tummas T., Gøtunes og Tróndur í Gøtu mistu loyvið at umskipa makrel í føroyskum sjógvi í eina viku.

Varðin heldur uppá, at samsvar er ikki millum kunngerðina, sum kom herfyri um umskiping, og lógina.

Kunngerðin er strangari, tí í henni er bæði talan um at lata og móttaka. Lógin nevnir bara at lata.

Hetta vil Varðin hava Fiskimálaráðið at greina nærri.
     
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584