Kravgonga um føroyskan lofteftirlitisradara

Kravgonga um føroyskan lofteftirlitisradara
Seinnapartin verður skipað fyri kravgongu á Vaglinum í Havn, har kravið er, at skal lofteftirlitsradari setast upp í Føroyum, so skal hann vera undir føroyskum ræði
 
21.07.2021 - 08:23

Kravið er fólkaræði og føroyskar loysnir.

Seinnapartin í dag klokkan fimm verður tiltak á Speakers Corner á Vaglinum í Havn um radaramálið.

Tiltakið eitur kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir.

Tey, sum skipa fyri, krevja, at uppskotið um lofteftirlitsradaran í Føroyum skal í løgtingið.

 

Undir føroyskum ræði

Og skal lofteftirlitsradari setast upp í Føroyum, skal hann vera undir føroyskum ræði, og føroyingar skulu manna hann.

Erling Mørkøre, Sámal Petur í Grund og Øssur Patursson halda røðu, og síðani verður orðið frítt.

Tey, sum skipa fyri tiltakinum í dag, eru Øssur Patursson, Bjarni Kárason Petersen, Unga Tjóðveldið, HUXA, Framsøkin ung og Sosialistisk ung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819