Enn ein privat rúmdarferð verður skotin avstað

Enn ein privat rúmdarferð verður skotin avstað
New Shepherd eitur rúmdarfarið hjá Blue Origin, sum Amazon stovnarin Jeff Bezos eigur. Hann er sjálvur umborð, tá fyrsta mannaða rúmdarferðin byrjar í dag
Jeff Bezoz
Mynd: Blue Origin  
 
20.07.2021 - 12:00

Í dag klokkan 14 verður enn ein privat rúmdarverkætlan skotin út í rúmdina.

Hesuferð er tað Blue Origin, og heimsins ríkasti maður, amazon stovnarin Jeff Bezos, sum skal upp í lofthavið at merkja vektloysið. 

Tað eru bert 9 dagar síðani at  fyrsta privata verkætlanin fór flúgvandi avstað, tá rúmdarfarið hjá ríkmanninum Richard Branson varð skotið upp móti himmalhválvinum.

210712_NET_VIRGIN_GALACTIC

Jeff Bezos er sjálvur fjórði maður umborð á New Shepherd, og rakettin verður skotin frá jørðini, har tey umborð so koma at merkja vektloysi í tríggjar til fýra minuttir, áðrenn rúmdarfarið dalar niðuraftur móti jørðini undir trimum stórum fallskýggjum.

Øll ferðin varir í umleið 11 minuttir, og tá lendir rúmdarfarið skamt norðanfyri har tað varð skotið upp, vestarliga í Texas.

 

Ikki ein kapprenning

Bæði Bezos og Branson vísa tó aftur, at talan er um eina nýggja kapprenning, um at vera fyrsti stigtakari til privata flúgving í rúmdini.

Bezos sigur, at dagurin í dag er valdur, tí tað eru júst 52 ár síðani fyrstu mánalendingina.

 

Branson fyrstu - Bezos longri upp

Kapping ella ei, so var Branson fyrstur, men rakettin hjá Bezos fer, eftir ætlan, longri upp, enn Virgin Galactic rakettin hjá Richard Branson.

Branson kom 86 km upp í luftina, meðan New Shepard rakettin hjá Bezos fer nakað yvir 100 km.

 

Sjálvstýrd rakett

Ferðin hjá Bezos verður eisini søgulig á tann hátt, at tað verður fyrsta rúmdarrakettin, sum er sjálvstýrd, og kann ikki stýrast av teimum, sum sita í rúmdarrakettini.

Haraftrat eru tað bert sivil fólk, sum eru umborð,

Aftrat Jeff Bezos, so eru beiggi hansara, Mark, við, Wally Funk, sum er ein av kvinnuligu slóbrótarunum innan rúmdarferðing, og harumframt ein ókendan persón, sum vann sítt atgongumerki á uppboðsølu.

Rúmdarferðin hjá Jeff Bezos kann síggjast live á Youtube. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858