Drotningavitjanin í Grønlandi avlýst vegna koronastøðuna

Drotningavitjanin í Grønlandi avlýst vegna koronastøðuna
Grønlendingar fáa ikki vitjan av drotningini, tí ferðin er útsett eftir ynski frá grønlendska landsstýrisformanninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.07.2021 - 13:15

Í løtuni eru 29 fólk smittað við koronu í Grønlandi, og tað hevur fingið grønlendska landsstýrisformannin at heita á kongshúsið, um at útseta ætlaðu drotningavitjanina. Og tað hevur kongshúsið nú gjørt. 

Kongshúsið skrivar á heimasíðuni:

"Grønland hevur havt fleiri tilburðir av covid-19 seinastu tíðina, og myndugleikarnir hava gjørt avmarkingar í sambandi við ferðir og forsamlingar. Í tí sambandi hevur grønlendski landsstýrisformaðurin biðið Kongshúsið um at útseta ferðina til seinni."

Sambært kongshúsinum, so sigur drotningin seg skilja støðuna og vóna, at hon kann koma á vitjan í Grønlandi seinni. 

Drotningin fór annars í gjár heimaftur eftir almenna vitjanina í Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652