Fakfeløg: Tingið einki at gera í sáttmálatrætu

Fakfeløg: Tingið einki at gera í sáttmálatrætu
Loysnir skulu finnast við samráðingarborðið, siga fakfeløgini í Samtaki
Tingfundur verður klokkan, og tá fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at leggja fram uppskot um undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er
 
16.06.2021 - 08:50

Nú gera fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum eisini vart við seg í sambandi við ósemjuna millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Samtak, sum Føroya arbeiðarafelag, Føroya fiskimannafelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag hava, sigur í yvirlýsing, at løgtingið hevur einki at gera í eini sáttmálatrætu.

Leggur løgtingið seg út í málið, hevur tað brotið allar mannagongdir, allar lógir og allan rætt, sum eru og eiga at vera í einum frælsum samráðingum. 

Loysnir skulu finnast við samráðingarborðið.

Vil landsstýrið hava fleiri fólk til arbeiðis, meðan verkfall er, ber eitt nú til at seta fleiri tænastumannastørv, sigur Samtak.

Samtak sigur eisini, at megnar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki sína uppgávu, sum er at samráðast um nýggjan sáttmála, eigur løgmaður at lata onnur í landsstýrinum finna loysnirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819