Fakfeløg átala ætlanina at leggja uppí

Fakfeløg átala ætlanina at leggja uppí
Hetta er álop á alla fakfelagsrørsluna og fría samráðingarrættin, sigur Fakfelagssamstarvið í niðurstøðu
Fakfelagssamstarvið hevur havt fund um støðuna fyrrapartin. Feløgini siga, at ætlanin hjá landsstýrinum er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna
 
15.06.2021 - 10:42

Fakfelagssamstarvið átalar ætlanina hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at lóggeva undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er.

Hetta er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna og á fría samráðingarrættin. At lóggeva sjálvan rættin at fara í verkfall frá fakfeløgunum, er at broyta sjálvt grundarlagið fyri sáttmálasamráðingum, sigur Fakfelagssamstarvið í niðurstøðu frá fundinum í morgun.

Fakfelagssamstarvið sigur í niðurstøðuni:

Fakfelagsrørslan er ein hornasteinur í vælferðarsamfelagnum, og hevur tryggjað vanliga borgaranum tey livikorð, tær arbeiðstreytir og vælferðarskipanir, ið eru.

Inntrivið er óneyðugt

Tað er okkum heilt greitt, at hetta uppskot hevur ligið klárt frammanundan. Vit hava áður hoyrt um tað, men hava valt at latið ivan komið landsstýrinum til góðar. Tíverri vísir tað seg, at álitið varð svikið. Tí longu á fyrsta verkfalsdegi nýtir landsstýrismaðurin høvið at leggja uppskotið fram.

Vit hava longu frammanundan fyriskipanir, ið kunnu loysa tílíkar avbjóðingar í sáttmálaósemjum, eitt nú Semingslógina og Fasta Gerðarrættin.

Fakfeløgini geva støðugt undantøk í verkføllum, tá lív og heilsa eru í váða. Hetta er eisini gjørt í hesi ósemjuni, tí er inntrivið heilt óneyðugt.

Álop á fakfelagsrørsluna

Kemur hetta uppskotið í tingið, er hetta eitt beinleiðis álop á alla fakfelagsrørsluna. Tá verður hetta sostatt ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og eitt fakfelag, men ein ósemja við alt Fakfelagssamstarvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964