Kann einki gera við framferðarhátt hjá Samherja

Kann einki gera við framferðarhátt hjá Samherja
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Samherji eigur 24 prosent í smápartafelagnum Framherja. Og markið fyri útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni er 33 prosent
 
10.06.2021 - 08:20

Samherji eigur 24 prosent í smápartafelagnum Framherja. Og markið fyri útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni er 33 prosent.

Tí Samherji eigur 73 prosent í smápartafelagnum Framinvest, sum eigur 33,33 prosent í Framherja.

Løgmaður hevur svarað spurningum frá Sirið Stenberg, løgtinsgkvinnu, um virksemið hjá Samherja í Føroyum.

Fram er komið, at Samherji leggur eftir tíðindafólki, eisini í Føroyum, sum viðgera Samherja.

Kann einki gera

Her svarar Bárður á Steig Nielsen, at so leingi fólk og vinnufeløg, sum verða lýst journalistiskt, seta í verk lóglig móttiltøk at tryggja síni áhugamál, ber illa til hjá løgmanni at hava nakrar viðmerking um tað.

Men verða ólóglig stig tikin, má løgreglan uppí.

Og tá Samherji er útlendskt felag, kann landsstýrið einki gera við framferðarháttin hjá felagnum.

Samherji boðaði frá, at felagið hevði fingið váttan frá stjóranum í Taks um, at Taks ikki kannaði Samherja.

Tað ger Taks. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585