Hervør og Maria fáa sín fyrsta dyst

Hervør og Maria fáa sín fyrsta dyst
Hervør Olsen úr KÍ og Maria á Lakjuni úr Víkingi spæla sín fyrsta dyst fyri Føroyar, tá landsliðið fer á vøllin ímóti Estlandi seinnapartin
Hervør Olsen hevur skotið 13 mál í níggju dystum í Betri-deildini og byrjar inni
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
10.06.2021 - 12:40

Framherjin, Hervør Olsen, úr KÍ, og Maria á Lakjuni, sum spælir við Víkingi, fáa sín fyrsta landsdyst, tá Føroyar og Estland spæla í venjingarkapping seinnapartin.

Tað er greitt, nú Lene Terp, landsliðsvenjari, hevur sett sítt fyrsta landslið.

Dysturin ímóti Estlandi er hálvfinala í venjingarkappingini, Baltic Cup. Í hinari hálvfinaluni hittast vertslandið, Litava, og Lettland. Sunnudagin verður finala og dystur um triðja plássið.

Føroyska byrjanaruppstillingin

Óluva Joensen

Ásla Johannesen
Rakul Maria Johannesen
Birita Ryan 
Maria á Lakjuni 

Lea Símunardóttir Lisberg
Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir
Heidi Sevdal
Olga Kristina Hansen
Julia Naomi Mortensen

Hervør Hansdóttir Olsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887