Grønlendskir politikarar finnast at Pele Broberg

10.06.2021 - 08:45
AktueltÚtheimurin
Grønlendskir politikarar finnast at Pele Broberg
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum sigur, at Grønland hevur greiða ætlan um at taka hervaldið av
Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fær av grovfíluni frá øðrum grønlendskum politikarum
 

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, fær av at vita frá øðrum politikarum í Grønlandi, nú hann ikki vil vita av arktiska kapasitetspakkanum hjá dønum. 

Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, sigur, at Pele Broberg skal ikki elva til split, men leggja dent á samstarv, virðing og álit.

Erik Jensen sigur, at Pele Broberg kann ikki loyva sær at venda sær frá verjupakkanum, sum undanfarna landsstýri í februar gjørdi saman við Danmark.

Eisini flokkurin Attasut finst at landsstýrismanninum, sum sambært flokkinum kann skaða trúvirðið hjá Grønlandi.

Og Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur, tekur undir við donsku verjuavtaluni. Hon hevur tí eina aðra áskoðan enn flokkur hennara, IA, og landsstýrið.

Sambært ætlanini um verjuna á norðurleiðini hevur danska stjórnin millum annað sett pening av til lofteftirlitsdronur í Grønlandi og nýggja verjuútbúgving í Grønlandi.

Grønlendskir politikarar ikki spurdir

Men Pele Broberg sigur, at avtalan um arktiska kapasitetspakkan er gjørd, uttan at grønlendskir politikarar vórðu spurdir.

Pele Broberg sigur, at Grønland hevur eina greiða ætlan um at taka av hervald og er tí hvørki áhugað í donskum dronum, verjuútbúgvingum ella, at danski herurin er í Grønlandi.

Pele Broberg vil heldur, at grønlendingar skulu útbúgvast til at manna eina sivila vaktar- og bjargingartænastu.

Hon skal hava íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna sum fyrimynd.

Fundur um trygdar- og verjumál

Eftir ríkisfundin í Danmark í dag verða uttanríkis- trygdar- og verjumál viðgjørd. 

Á tí fundinum vera Mette Frederiksen, Múte Borup Egede, Bárður á Steig Nielsen, ráðharrarnir Jeppe Kofod, Nick Hækkerup og Trine Bramsen, og landsstýrismenninir Pele Broberg, Jenis av Rana og Jørgen Niclasen.

 


Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, sigur, at Pele Broberg skal ikki elva til split, men leggja dent á samstarv, virðing og álit. (Mynd: Sermitsiaq)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juni
Morgunlestur mikudagur 23. juni 2021
125807
Týsdag 22. juni
Nón 22. juni 2021
125785
Týsdag 22. juni
Morgunlestur týsdagur 22. juni 2021
125460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. juni
3-2
125752
Leygardag 19. juni
Video: 5mf gentur, sundalagsstevna 2021
125674
Leygardag 19. juni
Video: 10mf, sundalagsstevna 2021
125671
Leygardag 19. juni
Video: 8mf, sundalagsstevna 2021
125670
Leygardag 19. juni
Video: 5mf dreingir, sundalagsstevna 2021
125669