Fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbameini

Fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbameini
Vanligu deyðsorsakir í Føroyum eru krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur, men nú doyggja færri av hjarta- og æðrasjúkum
Vanligu deyðsorsakir í Føroyum eru krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur
Mynd: Savnsmynd  
 
09.06.2021 - 08:46

Nógv fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbameini ella hjarta- og æðrasjúkum.

Tað siga tølini fyri 2019, sum eru tey nýggjastu, upplýsir Hagstovan.

Vanligu deyðsorsakir í Føroyum eru krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur.

Men nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum enn fyri 20 árum síðani.

80-90 um árið

Fyri 15-20 árum síðani doyðu millum 80 og 90 menn um árið av hjarta- og æðrasjúkum. Nú er talið komið niður á 50.

Hjá kvinnum doyðu millum 70 og 85 um árið. Nú er tað talið komið niður um 40.
 
Hinvegin doyggja ikki færri av krabbameini, men heldur kvinkar talið eitt lítið vet uppeftir, serliga hjá mannfólki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819