Átta smittutilburðir í gjár

bannari
Átta smittutilburðir í gjár
Fimm av teimum smittaðu hava ikki verið í sóttarhaldi, sigur landslæknin
1121 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið
 
03.06.2021 - 11:37

Átta koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, mikudagin.

Sjey av teimum smittaðu eru í kendari smittuketu, men tað er ikki greitt, hvussu tað áttanda fólkið er smittað.

Fimm av teimum smittaðu hava ikki verið í sóttarhaldi, sigur landslæknin.

Í løtuni hava 43 fólk í Føroyum smittuna, tað sum heilsumyndugleikarnir í Føroyum vita um. 

1121 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. 395 fólk eru í sóttarhaldi.

Fyrsti tilburðurin í Føroyum varð staðfestur 3. mars í fjør, og nú hava tilsamans 731 fólk í Føroyum fingið staðfest smittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887