Byggja 34 íbúðir í Norðragøtu

bannari
Byggja 34 íbúðir í Norðragøtu
Ætlanin er, at byggingin skal byrja í vetur, og væntandi verður klárt at flyta í fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023
Sambært uppskotinum skulu byggjast 34 eindir; 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir.
 
31.05.2021 - 08:53

Býráðið í Eysturkommunu samtykti hóskvøldið at taka av einum uppskoti um íbúðarbygging í Norðragøtu.

Sambært uppskotinum skulu byggjast 34 eindir; 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir.

Býráðið samtykti í januar at bjóða økið norðan fyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging, og í apríl varð jørð sett til sølu við ávísum treytum.

Eyðabø best

Tvey uppskot og tilboð komu inn, og býráðið valdi verkætlanina Eyðabø eftir tilmæli frá dómsnevndini, ið varð sett at meta um uppskotini.

Leiguíbúðirnar í uppskotinum eru ymiskar í stødd - úr 47 fermetrum upp í 122 fermetrar, og lutaíbúðirnar eru allar 122 fermetrar.

Ætlanin er, at byggingin skal byrja í vetur, og væntandi verður klárt at flyta í fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023.

Eysturkommuna arbeiðir í løtuni eisini við møguleikanum at byggja íbúðir í Syðrugøtu og í Leirvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691