Biden krevur at vita, hvaðani virusið stavar

bannari
Biden krevur at vita, hvaðani virusið stavar
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur givið amerikansku fregnartænastuni 90 dagar
 
27.05.2021 - 07:02

Tað eru ymsar meiningar um tað í amerikansku fregnartænastuumhvørvinum, sigur forsetin, sum nú vil hava endaliga greiðu á, hvaðani virusið stavar.

Eg hevi givið fregnartænastuni boð um at tvífalda orkuna til at fáa greiðu á viðurskiftunum, og tað skal henda í seinasta lagi um tríggjar mánaðir, sigur forsetin sambært Reuters.

Sambært eini frágreiðing, sum republikanararnir í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum almannakunngjørdu fyrr í mánaðinum, so stavar koronuvirusið frá Wuhan Institute of Virology, har ætlan var at menna eitt biologiskt vápn, og at myndigleikarnir í Beijing, royndu at forða fyri at lekin kom fram, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819