Gera risa kar til hemarar á Argjum

Gera risa kar til hemarar á Argjum
Karið verður tað fyrsta av sínum slag á landi í heiminum
Soleiðis sær risa karið til hemararnar á Sjósavninum út. Rútur verður í eini bingjuni
Mynd: torshavn.fo  
 
14.05.2021 - 06:57

Nú verður eitt risa kar gjørt til hemarar á Sjósavninum á Argjum. Karið, sum verður tað fyrsta av sínum slag í heiminum á landi, verður meira enn 300 fermetrar og 650 tons stórt.

10 bingur verða settar saman í einum ringi, og síðani skal dúkur sveisast inni í. Ein rútur verður í tí einu bingjuni. Eftir ætlan verður fyrsti hemarin sleptur í karið í juni, sigur Tórshavnar kommuna.

Karið er eitt frumsnið, og verður Føroya Sjósavn útbygt, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður inni í savninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585