Fleiri ferðamál eru nú á gula lista

bannari
Fleiri ferðamál eru nú á gula lista
Tað merkir millum annað, at Atlantsflog ætlar at flúgva til Mallorka í juli
At fleiri ferðmál er vorðin gul, kemur eisini væl við hjá Atlantsflogi, sum ætlar at flúgva til Mallorka í summar
 
14.05.2021 - 16:20

Nú verður lættari at ferðast til nøkur av vanligu ferðamálunum í Suðurevropa. Danska uttanríkisráðið hevur í dag kunngjørt fleiri býir og oyggjar, sum nú eru á gula listanum. 

Tað merkir, at tað ikki longur er neyðugt at fara í sóttarhald, tá komið verður aftur av ferð.

Malta er einasta landið, har sóttarhaldið verður strikað, men eisini portugisisku oyggjabólkarnir, Asorurnar og Madeira, eru nú gulir. 

Spania eisini gult

Harumframt eru fleiri økir í Spania nú litað gul. Harímillum eru Kanarisku oyggjarnar, Balearioyggjarnar, Valensia, Murcia, Galisia, Asturia, Ceuta og Extremadura.

Fráboðanin hjá danska uttanríkisráðnum kemur stutt eftir, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í dag boðaði frá, at kravið um fýra dagar í heimauppihald fyri ferðandi til Føroya verður strikað. 

Við heimasíðuna in.fo sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, at hesar broytingarnar merkja, at Atlansflog í juli fer at flúgva eina ferð um vikuna til Mallorka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585