Sjálvstýrisfelag stovnað í Suðuroy

Sjálvstýrisfelag stovnað í Suðuroy
Yvir 30 fólk vóru á stovnandi fundinum í gjárkvøldið. Nevnd varð vald, og eisini umboð í landsnevndina hjá Sjálvstýri
 
13.05.2021 - 10:29

Nú er Sjalvstýrisfelag aftur í Suðuroy. Stovnandi fundur var í gjárkvøldið, og yvir 30 fólk vóru á fundi, sigur Kristin Michelsen, sum er tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Nevnd varð vald, og eisini umboð í landsnevndina hjá Sjálvstýri.

Formaður í nevndini í Suðuroyar Sjálvstýrisfelag er Snæbjørn Bærentsen í Froðba, næstformaður er Jógvan Miodjord í Trongisvági, Hans Sesil Poulsen í Hvalba er peningarøkil og Jónhild Nybo í Trongisvági er skrivari.

Fundurin tók undir við at broyta viðtøkurnar

Haldis Michelsen úr Froðba er nevndarlimur. Varalimir í nevndini eru Niels Hammer úr Hovi og Jacob Ludvig úr Nesi í Hvalba.

Fundurin valdi eisini Snæbjørn Bærentsen í landsnevndina fyri Sjálvstýrisflokkin og Hans Sesil Poulsen er varalimur.

Fundurin tók undir við at broyta viðtøkurnar fyri Sjálvstýrisflokkin  og at farast skal undir at skipa Sjálvstýrisflokkin um alt landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858