Bakkafrost 408 mió. kr. í avlopi

Bakkafrost 408 mió. kr. í avlopi
Avlop var í Føroyum, men alingin í Skotlandi hevði rakstrarhall, 6,2 milliónir krónur
Í fyrsta ársfjórðingi tók Bakkafrost 21.000 tons av laksi, 14.000 í Føroyum og 7.000 í Skotlandi
 
11.05.2021 - 08:36

Úrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost samtakinum var 407,7 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi.

Í fyrsta ársfjórðingi í fjør vóru 148 milliónir krónur í halli.

Rakstrarúrslitið var 223,5 milliónir krónur.

Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum

Regin Jacobsen

Avlop var í Føroyum, men alingin í Skotlandi hevði rakstrarhall, 6,2 milliónir krónur.  Í fyrsta ársfjórðingi tók Bakkafrost 21.000 tons av laksi, 14.000 í Føroyum og 7.000 í Skotlandi.

- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Góð útlit

Sølan var 16 prosent størri samanborin við fyrsta ársfjórðing í fjør. Prísurin er eisini betri nú. 

Útlitini fyri tað, sum eftir er av 2021, eru góð, sigur Regin Jacobsen.

Bakkafrost ætlar at taka 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt í ár, 66.000 tons í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. 

Bakkafrost samtakið hevur 1.700 ársverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819