Hevði ikki loyvi at forða Faroe Agency

Hevði ikki loyvi at forða Faroe Agency
Føroya rættur hevur staðfest eina avgerð hjá Kappingarráðnum um loðsflutning í Fuglafirði
Føroya rættur hevur nú eisini staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um loðsflutning í Fuglafirði
 
07.05.2021 - 14:19

Fuglafjarðar kommuna hevði ikki loyvi at forða P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafjarðar havn. 

Tað er greitt, nú Føroya rættur hevur staðfest eina avgerð hjá Kappingarráðnum um loðsflutning í Fuglafirði.

Byrjaði í 2014

Málið byrjaði í 2014, tá ið Fuglafjarðar kommuna gjørdi av, at bara ein fyritøka kundi veita loðstænastu í Fuglafjarðar havn. 

"Ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu"

Grein 11 í kappingarlógini

 

Í 2018 staðfesti Kappingarráðið, at hetta var brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forðað P/F Faroe Agency at veita loðsflutning.

§11 í kappingarlógini staðfestir:

- Ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.

Kommunan kærdi

Fuglafjarðar kommuna avgjørdi at kæra avgerðina hjá Kappingarráðnum til Vinnukærunevndina, sum 11. januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum. 

Enn einaferð valdi Fuglafjarðar kommuna at fara víðari við málinum, hesaferð til Føroya rætt, sum so í gjár eisini staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010