20 vilja vera kommunustjóri í Klaksvík

20 vilja vera kommunustjóri í Klaksvík
Hetta er aðru ferð, at starvið er lýst leyst
20 umsóknir eru til starvið sum kommunustjóri í Klaksvík
 
05.05.2021 - 11:42

Klaksvíkar kommuna fekk 20 umsóknir til kommunustjórastarvið, tá umsóknarfreistin var úti mánadagin.

Hetta er aðru ferð, at søkt verður eftir kommunustjóra til næststørstu kommununa í landinum.

Klaksvíkar kommuna fekk átta umsóknir, tá hon fyrst í mars søkti eftir nýggjum kommunustjóra, men valdi at endurlýsa starvið.

Hesa ferð hevur kommunan fingið 20 umsóknir, og bæði kynini eru umboðað í umsóknunum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Avloysa Tummas Eliasen

Nýggi kommunustjórin í Klaksvík skal avloysa Tummas Eliasen, sum gevst fyri aldur, eftir at hava røkt starvið í átta ár.

Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi, og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Klaksvíkar kommunu og stovnum í kommununi. 

Kommunustjórin skal tryggja, at uppgávurnar verða loystar á høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.

Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, og mánaðarlønin er 58.000 krónur umframt 15 prosent í eftirlønargjaldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858