Trolbátar sleppa at fiska innan fyri 12 fjórðingar

Trolbátar sleppa at fiska innan fyri 12 fjórðingar
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Dýrindal er ein av trolbátunum
 
04.05.2021 - 09:07

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur gingið ynskinum hjá Felagnum Trolbátum á møti um at sleppa at fiska innan fyri 12 fjórðingar.

Meginfelag Útróðrarmanna og onnur mótmæltu harðliga, men Jacob Vestergaard hevur ikki lurtað eftir teimum.

Í svarinum til grein 52 fyrispurningin frá Beintu Løwe, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, sum spurdi, hví kunngerðin verður broytt, sigur Jacob Vestergaard millum annað:

"Málið er tikið upp, tí Felagið Trolbátar hevur heitt á Fiskimálaráðið um at gera tvær broytingar í kunngerðini um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, so loyvt verður at trola innan fyri 12 fjórðingar árið út."

Eftirmeta fiskiskapin

Beinta Løwe spurdi eisini landsstýrismannin, um hann tekur undir við mótmælunum frá útróðrarmonnunum, har teir vísa á, at hetta fer at hava avleiðingar fyri útróðurin.

Jacob Vestergaard svarar soleiðis:

"Landsstýrismaðurin hevur umhugsað viðmerkingarnar, men hevur tikið avgerð um at halda fast við broytingarnar, sum tó bert verða gjørdar galdandi í 2021. Tá árið er farið, verður høvi at umhugsa møguligar broytingar, sum kunnu verða viðkomandi at gera við støði, sum fiskiskapurin hjá trolbátum og útróðrarbátum undir broyttu fortreytunum hevur lagað seg í 2021."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858