Eru farin at eftirmeta eldraøkið

Eru farin at eftirmeta eldraøkið
Lógin um heimatænastu og eldrarøkt kom í gildi fyri seks árum síðani
 
29.04.2021 - 14:00

Sjøtul er nú settur á arbeiðið at eftirmeta eldraøkið. 
 
Ein arbeiðsbólkur er settur, og umboð fyri Kommunufelagið, Almannamálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Umhvørvis- og vinnumálaráðið manna bólkin

Sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum kom í gildi 1. januar 2015, skal lógin endurskoðast fimm ár eftir, at hon er sett í gildi. Nústani er eftirmetingin byrjað.

Í frágreiðingini á aðalfundinum hjá Kommununufelagnum, sum var fyrrapartin, stendur, at eisini verður settur ein politiskur stýrisbólkur við landsstýrisfólkunum í Almannamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, formanninum og næstformanninum í Kommunufelagnum og einum skrivara at eftirmeta eldraøkið.

Arbeiðið er skipað í tríggjar partar:

Ein partur er Lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., ein partur er um Samstarvslógina og ein partur eru um fíggingarleistin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652