Uttanflokkatingmaður saman við andstøðuni

Uttanflokkatingmaður saman við andstøðuni
Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið um at lata nevndina í Landsbankanum vera búskaparráð
Jógvan Skorheim, sum í løtuni er í Fíggjarnevndinii, er við í álitinum frá hinum andstøðuflokkunum í málinum um Búskaparráðið
 
23.04.2021 - 08:25

Sjálvstýri, sum annars plagar at vera í parti við samgonguni, er saman við andstøðuni, nú Fíggjarnevndin hevur skrivað álít um uppskotið um at leggja niður Búskaparráðið og lata nevndina hjá Landsbankanum vera búskaparráð.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu, Ruth Vang og Jógvan Skorheim, sum sigur, at hann er uttanflokkatingmaður, men er í einum tingsessi hjá Sjálvstýri,  mælir frá, at løgtingið samtykkir uppskotið. 

Minnilutin á Fíggjarnevndini, samgongumenninir Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Bill Justinussen, tekur undir við uppskotinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819