Freistin verður kanska longd

Freistin verður kanska longd
Freistin at søkja starvið í Gigni fór á middegi, men Heilsutrygd bíðar eftir Fasta gerðarrætti, sum viðger trætuna
Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur, at tey bíða eftir niðurstøðuni hjá Fasta gerðarrætti, áðrenn støða verður tikin til, um freist at søkja stjórastarvið í Gigni verður longd
 
23.04.2021 - 12:53

Freistin at søkja starvið sum stjóri í Gigni var úti nú á middegi. Men spurningurin er, um hetta er endaliga freistin.

Tí Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur biðið Fasta gerðarrættin viðgera trætuna um stjóran á Gigni.

Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar noktar limum sínum at søkja stjórastarvið.

Fasti gerðarrættur uppí

Hetta sigur Lønardeildin er eitt óheimilað stríðsstig og sendi Gerðarrættinum málið.

Gerðarrætturin hevur fund í dag kl.15.

Í slíkum skundmálum hevur Fasti gerðarrættur 72 tímar frá tí, at hann hevur fingið eitt mál, til úrskurðurin kemur. Teir 72 tímarnir eru farnir í annaðkvøld.

Úrskurðir hjá Fasta gerðarrætti eru endaligir.

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at stjórastarvið er ikki lýst sambært sáttmálanum, sum felagið hevur við Fíggjarmálaráðið. Tí noktar felagið limum sínum at søkja.

Bíða eftir úrskurðinum

Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur, at bíðað verður eftir úrskurðinum hjá Gerðarrættinum, áðrenn avgjørt verður, um freistin at søkja stjórastarvið verður longd.

Elin Ziska hevur sagt seg úr stjórastarvinum. Hon fer 1.mai. Hon er í farloyvi úr einum starvi sum heilsufrøðingur í Gigni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887