Smittutølini í India ovurstór

bannari
Smittutølini í India ovurstór
Bara seinasta samdøgrið eru 315.000 fólk í landinum smittað við koronu
Fólk í New Delhi, ið skulu koppsetast fyri koronu, standa í bíðirøð annan páskadag, 5. apríl
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
22.04.2021 - 06:37

Í India ger koronafarsóttin um seg av álvara, og í gjár kunngjørdu myndugleikarnir, at 315.000 fólk vórðu smittað seinasta samdøgrið. Tað er tað mesta, sum nakað land hevur kunngjørt, skrivar Reuters.

Tað mesta, sum fyrr er skrásett, var í januar, tá myndugleikarnir í USA kunngjørdu, at 297.000 fólk vórðu smittað í eitt samdøgur. Í India eru nú 15,9 milliónir fólk skrásett at verða smittað við koronu.

Samstundis upplýsa myndugleikarnir, at 2.100 fólk eru deyð av koronu seinasta samdøgrið, sum eisini er met. Higartil eru 185.000 fólk í India deyð av koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585