Nýggja farmaleiðin til Hanstholm byrjað

Nýggja farmaleiðin til Hanstholm byrjað
Á fyrsta túrinum við Vantage vóru 12 bingjur av feskum fiski úr Føroyum
Bingjuskipið Vantage røkir nýggju farmaleiðina hjá Faroe Ship
Mynd: Havnarskrivstovan í Hanstholm, TV2 Nord  
 
20.04.2021 - 14:34

Faroe Ship er nú farin undir siglingina á farmaleiðini millum Havnina  og Hanstholm.

Fríggjadagin kom fyrsta skipið hjá skipafelagnum til Hanstholm, skrivar TV2 Nord.

Við skipinum vóru 12 bingjur av feskum fiski úr Føroyum, ið varð sendur víðari til Spania, har fiskurin var frammi sunnukvøldið.

Tekur 350 bingjur

Farmaskipið Vantage hjá Eimskip, ið siglir á leiðini, tekur tó væl meira enn tað. Skipið tekur 350 bingjur, tá tað er fult lastað.

- Tá siglingin fyrst er byrjað, kemur áhugin fyri rutuni, sigur Nils Skeby, havnarstjóri í Hanstholm, við TV2 Nord.

Seinast, ein føst farmaleið var millum Havnina og Hanstholm, var í 2010. Tað var, tá Norröna sigldi til Hanstholm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819