Ísland vil hava søgulig handrit heimaftur

Ísland vil hava søgulig handrit heimaftur
1400 handrit frá víkinga- og miðøld eru í varveitslu á universitetinum í Keypmannahavn
Offrið hjá Ábraham, í einum miðaldar handriti úr Íslandi
 
17.04.2021 - 15:08

Ísland vil nú hava fleiri søgulig handrit heimaftur í varveitslu. Tað skrivar Kristeligt Dagblad. Tey eru frá víkinga- og miðøld, og eru í løtuni í varveitslu á universitetinum í Keypmannahavn.

Universitetið í Keypmannahavn fekk fleiri enn 3000 íslendsk handrit í varveitslu, frá íslendska handritasavnarnum Árna Magnússon í 1730.

Í 1965 samdust Ísland og Danmark at býta handritini sínamillum, og ísland fekk góð 1600 handrit heimaftur til íslands seks ár seinni. Tá samdust londini eisini um, at Ísland ikki kundi gera krav um at fáa fleiri handrit aftur til íslands, skrivar Kristeligt Dagblad.

Eru á listanum við ómissandi heimsarvi

Fyri kortum varð eitt starv á deildini við handritum spart burtur, og tað hevur fingið íslenskar myndugleikar at seta seg í samband við danskar myndugleikar, um at fáa fleiri handrit aftur til Íslands.

Eg eri fult varug við, at handritini hava stórt virði fyri bæði londini.

Men av tí at vit leggja stórri dent á handritini, og gera íløgur í granskingina og miðlingina av teimum meðan Danmark ger sparingar á økinum, vóni eg, at vit kunnu semjast um eina nýggja avtalu við Danmark, sigur Lilja Alfreðsdóttir, mentamálaráðharri í Íslandi við Kristiligt Dagblad.

Íslendsku handritini eru á listanum hjá UNESCO yvir ómissandi heimsarv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858