Nærum eingin lønarvøkstur

Nærum eingin lønarvøkstur
Í mars vórðu 925 milliónir kr. útgoldnar í lønum, umleið 50 milliónir fleiri enn í mars í fjør.
925 milliónir krónur vórðu goldnar lønum í mars
Mynd: Talva: Hagstovan  
 
14.04.2021 - 15:08

Lønarvøksturin í Føroyum er nærum steðgaður upp.

Í mars vórðu 925 milliónir kr. útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir fleiri enn í mars í fjør, skrivar Hagstovan.

Meðan vøkstur er í lønargjaldingunum í almennum tænastum og privatum tænastuvinnunum, er vøksturin steðgaður upp í byggivinnu, tilvirking, fiskivinnu og aðrari tilvirking.

Í mars áttu menninir 585 milliónir av lønargjaldingunum. Tað eru 13 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør.

Kvinnurnar áttu 340 milliónir, sum eru 37 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør, vísa tølini hjá Hagstovuni.

 

Í mars fingu mannfólk 585 milliónir kr. í lønum og konufólk 340 milliónir. Talva: Hagstovan
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851