Hondbóltslandsliðið tikið út

Hondbóltslandsliðið tikið út
Sonni Larsen og Dia Midjord, landsliðsvenjarar, hava úttikið 17 spælarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða spældir um mánaðarskiftið
Elias á Skipagøtu er ein av 17, sum eru tiknir út til komandi dystirnar
 
13.04.2021 - 15:44

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða 28. og 30. apríl og 2. mai, skrivar hondbóltssambandið.

Tvær broytingar eru í mun til hópin til seinasta dystarumfar. Pætur Thomsen úr H71 og Pætur Mikkjalsson úr SUS Nyborg avloysa Helga Hildarson Hoydal og Rógva Dal Christiansen úr Fram.

Føroyar skal møta Russlandi á útivølli í Moskva mikudag, Kekkia á heimavølli fríggjadag og Russlandi á heimavølli sunnudag, so eins og seinasta dystarumfar er talan um tætta leikskrá. Heimadystirnir verða í Høllini á Hálsi.

Sonni Larsen sigur seg fegnast um, at kappingin um plássini er hørð, og leggur afturat, at óstøðugu kappingarnar í Íslandi og Noreg, har fleiri føroyskir leikarar spæla, hava ávirkan á, hvussu liðið er sett saman. 

Føroyski hópurin:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Pætur Thomsen, H71

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964