Danmark fær fyrstu skamtarnar frá Johnson&Johnson

bannari
Danmark fær fyrstu skamtarnar frá Johnson&Johnson
Í fyrstu atløgu fær Danmark 38.400 skamtar frá amerikansku heilivágsfyritøkuni
Koppingarevnið frá Johnson&Johnson krevur bara eitt prik
 
13.04.2021 - 09:48

Í morgin fær Danmark fyrsta koppingarevnið frá amerikansku fyritøkuni Johnson&Johnson. Tað upplýsir Serumstovnurin fyri Ritzau.

Talan er um 38.400 skamtar. Ætlanin hevur verið, at koppingarevnið skuldi koma í næstu viku, men tað kemur longu í morgin.

Koppingarevnið frá Johnson&Johnson er fjórða slagið, sum kemur til Danmarkar. Samanborið við hini sløgini, skulu fólk bert koppsetast einaferð við heilivágnum frá Johnson&Johnson.

Kanna blóðtøppar

Í fyrstu atløgu var ætlanin, at Danmark skuldi fáa 500.000 skamtar av koppingarevni frá Johnson&Johnson í apríl, men tað varð broytt í mars, so góðir 38.000 skamtar koma í fyrstu sendingini og 67.000 skamtar í næstu sending.

Fríggjadagin boðaði heilivágsstovnurin hjá ES, EMA, frá, at stovnurin kannar fýra tilburðir av blóðtøppi, eftir at fólk vórðu koppsett við amerikanska koppingarevninum.

Ein av teimum koppsettu doyði. Enn er kortini ikki greitt, um orsøkin var amerikanska koppingarevnið, ella um talan var um onnur viðurskifti.

Fimm mió. koppsett í USA

Amerikanska heilsustýrið upplýsir, at fimm milliónir fólk eru koppsett við koppingarevninum frá Johnson&Johnson í USA. Men tað er bara í USA, at fólk verða koppsett, og enn er bert talan um neyðkoppseting, tí evnið er ikki endaliga góðkent, skrivar Ritzau.

Danmark hevur gjøgnum ES sagt seg vilja keypa koppingarevni frá Johnson&Johnson til 8,2 milliónir fólk. 

Danska heilsustýrið upplýsir fyri Ritzau, at í dag fær Danmark næstan 205.000 skamtar av heilivági frá Pfizer.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887