56 prosent grøn orka í mars

56 prosent grøn orka í mars
Vatn, vindur, biogass og sól stóðu fyri helminginum av elframleiðsluni til føroyska samfelagið í mars
 
13.04.2021 - 07:17

Í tilsamans 2,24 samdøgur var elframleiðslan í Føroyum í mars omanfyri 80 prosent grøn. Tað skrivar SEV á heimasíðuni.

Eftirspuringurin eftir elorku var størri í mars í ár enn í fjør, tá virksemið í samfelagnum minkaði nakað orsakað av koronufarsóttini. 

Nógv vatnorka í mars

Elframleiðslan í mars í ár var 34,3 GWt samanborið við 33,4 GWt í fjør. Serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl í mars. 

Slakir 14 GWt, sum svarar til 39,6 prosent av samlaðu framleiðsluni, stavaðu úr vatnorku.  Framleiðslan úr olju kom upp á 44 prosent, og vindur og biogass stóðu fyri ávikavist 15 og 1,7 prosentum.

Biogassframleiðslan kom upp á 584 MWt, sum svarar til miðal mánaðarnýtsluna hjá umleið leið 1872 húskjum, skrivar SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887