Sverri Nielsen hevur róð seg í EM-finaluna

Sverri Nielsen hevur róð seg í EM-finaluna
Miðvingurin og verandi evropameistari í einskullara rógving, Sverri Sandberg Nielsen, fær møguleikan at verja EM-gullið í finaluni í morgin
 
10.04.2021 - 20:58

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyingur kann gerast evropameistari í nøkrum sum helst. Og tað er ikki hent áður, at ein føroyingur skal verja sítt evropameistarheiti. 

Men tað skal 27 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági, sum í dag róði seg í finaluna í evropameistarakappingini í einskullara í Varese í Italia.

Sverri Nielsen endaði nummar tvey í sínari hálvfinalu aftanfyri sterka týska rógvaran Oliver Zeidler, sum vann bæði EM og HM í 2019. Men í 2020 mátti týskarin also lúta fyri Sverra Sandberg Nielsen. 

Í samrøðu við DR sigur Sverri Sandberg Nielsen, at málið hjá honum í ár er at vinna OL, so hann er ikki sínum allarbesta formi júst nú. Men, leggur hann afturat, at tað hevði sent kappingarneytunum eitt greitt signal, um hann megnar at verja evropameistaraheitið í morgin. 

SÍ GREININA UM SVERRA NIELSEN Á DR.DK.   

Sverri Nielsen rør finaluna í morgin klokkan 14.06, og er hann tann einasti á danska EM-liðnum í rógving, sum hevur róð seg í eina A-finalu. 

EM-finalan kann síggja beinleiðis á heimsíðuni hjá altjóða róðrarsambandinum The World Rowing Federation

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652