Visti ikki av virkseminum

Visti ikki av virkseminum
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, visti ikki av, at tað var nakar samhandil millum feløg, hann er stjóri fyri, og feløg, ið Samherji eigur á Kýpros
Stjórin hjá Framherja í Føroyum, Anfinn Olsen, visti ikki um samhandil millum hansara feløg og kýpriotsiku feløgini áðrenn Kringvarpið vísti honum skjøl
Mynd: KvF  
 
06.04.2021 - 20:35

Anfinn Olsen, stjóri hjá Framherja, visti ikki av, at tað var nakar samhandil millum feløg, sum hann er stjóri fyri, og feløg, sum Samherji eigur á Kýpros.

Framherji er eitt av størstu samtøkunum innan føroyska fiskivinnu. Í nógv ár er felagið tó blivið ákært fyri at vera stýrt av Samherja í Íslandi, sum eigur í føroyska samtakinum.  Samherji eigur eisini fleiri feløg á Kýpros.

Sambært roknskapunum hjá tveimum teirra, Esja Shipping og Esja Seafood, er regluligur handil millum feløgini og føroysk feløg, Samherji eigur í: Framherji, Framinvest, Harengus, Scombrus og Tindhólmur. 

 >> SÍ EISINI »Teir ómettiligu«: Her eru mest umráðandi skjølini

Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, visti tó einki um, at tað var nakar samhandil millum hansara feløg og kýpriotsiku feløgini fyrr enn eftir, at KvF hevði víst honum roknskapirnar hjá kýpriotisku feløgunum. 

Anfinn Olsen ásannar fyri KvF, at hann hevur ikki viljað spurt Samherja um feløgini, tí hann hevur ikki viljað fingið at vita um feløgini, tí onkuntíð kann vera best ikki at vita.

Bjørn á Heygum, sum situr í nevndunum fyri føroysku feløgini, sigur eisini við KvF, at hann visti ikki um viðurskiftini, og hann hevur einki innlit í, hvat er farið fram í feløgum sum Harengus, Scombrus og Tindhólmi, sum hann annars á papírunum var nevndarformaður fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672