Svarið um radaran kemur í dag

Svarið um radaran kemur í dag
Í dag fær Jenis av Rana svarið frá Uttanlandsnevndini um radaran á Sornfelli
 
06.04.2021 - 09:32

Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, kann ikki siga, hvat svarið er, tí tað er í trúnaði. Men hann sigur, at tveir minnilutar eru og ein meiriluti eru í nevndini.  

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina um lofteftirlitsradaran tann 24. mars. Av tí at nevndin ikki er samd um svarið, er tað ikki liðugt fyrr enn nú, sigur Bill Justinussen.

Jenis av Rana skal síðani svara Trine Bramsen, verjumálaráðharra, um Føroyar vilja hava radaran. Allir flokkar uttan Framsókn og Sjálvstýri eru í Uttanlandsnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010