Nýggi hjálparpakkin á veg

Nýggi hjálparpakkin á veg
Ein nýggjur hjálparpakki til ferðavinnuna verður eftir ætlan lagdur fyri tingið í næstu viku
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.04.2021 - 14:03

Tað sæst í einum svari hjá Helga Abramhansen, landsstýrismanni í vinnumálum, til ein grein 52a fyrispurning hjá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, ið spurdi um ferðavinnan kann vænta sær meira hjálp frá landinum. 

Í svarinum verður til spurningin hjá tingkvinnuni upplýst, at nýggi hjálparpakkin fer at líkjast hjálparpakka trý, men við smærri tillagingum.

Fáa í mesta lagi 10 milliónir

Í uppskotinum, sum er sent til hoyringar, verður skotið upp at stuðla ferðavinnufyritøkum, sum hava minst 40 prosent afturgongd í umsetninginum frá 1. september 2020 til 30. apríl 2021. 

Stuðulin kann í mesta lagi vera 10 milliónir krónur til hvørja ferðavinnufyritøku ella samtak. Øll fáa kortini ikki lut í hjálparpakkanum.

Stuðul verður ikki latin almennum feløgum og teimum, sum leiga út summarhús og AirBnB. Mett verður, at hjálparpakki fýra fer at kosta í mesta lagi 47,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Mánadag 18. mars
Vreiði og vreiða
172342
Mánadag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
172339
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276
Fríggjadag 15. mars
Breddin stroyming: Orðaskifti um semjuskjal
172264