Fólk eldri enn 75 koppsetast

bannari
Fólk eldri enn 75 koppsetast
Hósdagin verður koppsetingin av fólki, sum eru 75 ár og eldri, tikin uppaftur
 
06.04.2021 - 16:09

Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið í morgin, og nú verður latið upp fyri nýggjum bókingum á corona.fo. Tað eru tey, ið eru 75 ár og eldri, sum kunnu bóka tíð til koronukoppseting.

Eftir øllum at døma kemur nýggj sending við koppingarevni frá Pfizer til Føroya í annaðkvøld, og koppsetingin verður tí tikin uppaftur hósdagin. Talan er um umleið 4.000 skamtar av koppingarevni hesaferð.

Góður helmingurin av skamtunum verður brúktur til at koppseta fólk, ið ikki eru koppsett áður. Restin skal nýtast til at endurkoppseta fólk, ið hava fingið fyrra prikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652