Brasil skundar undir heilivágsframleiðarar

bannari
Brasil skundar undir heilivágsframleiðarar
Støðan í landinum er so ring, at heilsumyndugleikarnir royna at fáa fatur á koppingarevni skjótari enn ætlað
Avvarðandi til jarðarferð hjá einum fólki, sum doyði av koronufylgisjúkum, í Vila Formosa kirkjugarðinum í Sao Paulo hósdagin 11. mars
Mynd: AP  
 
30.03.2021 - 09:07

39.000 fólk í Brasil eru skrásett at vera smittað av koronu seinasta samdøgrið. 1.660 fólk eru skrásett at vera deyð av koronu seinasta samdøgrið, vísa nýggjastu tølini hjá heilsumálaráðnum í landinum.

Heilsumálaráðrarrin í landinum Marcelo Queiroga, hevur vent sær til Pfizer fyri at fáa 50 milliónir skamtar av koppingarevni, skjótari enn ætlað, skrivar tíðindastovan Reuters.

Vit mugu koppseta fleiri fólk, enn vit gera nú, sigur heilsumálaráðharrin.

Støðan í Brasil er sera trupul í løtuni. Heilsuverkið í landinum stendur til at bresta, tí so nógv eru deyð og smittað seinastu vikurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887