Sølan vaks 45 milliónir krónur í desember

Sølan vaks 45 milliónir krónur í desember
Vit brúka nógv meira í Føroyum, nú korona forðar okkum at ferðast uttanlands, sigur Búskaparráðið
Í desember í fjør hækkaði sølan í handlunum 12 prosent samanborið við somu tíð árið fyrir
 
19.03.2021 - 08:29

Meðan summar vinnur bløða, hava aðrar góðar dagar.

Sambært Búskaparráðnum brúka føroyingar nógv meiri pengar í Føroyum nú, enn tá teir kundu ferðast.

Í desember í fjør hækkaði sølan í handlunum 12 prosent samanborið við desember 2019.

Tað svarar til 45 milliónir krónur.

Búskaparráðið legði sína várfrágreiðing fram í gjár, og har verður millum annað staðfest, at føroyingar brúka munandi meira í Føroyum, tá teir ikki kunnu ferðast.

Sambært frágreiðingini hava føroyingar størri kortnýstlu uttanlands, tá teir kunnu ferðast, men seinasta árið hava kortini verið brúkt meira í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819