Ísland letur upp fyri koppsettum ferðafólkum

Ísland letur upp fyri koppsettum ferðafólkum
Stjórnin tók avgerðina í gjár
Þórdís Kolbrún R. Gylfadóttir er ráðharri í ferðavinnumálum í Íslandi
 
17.03.2021 - 10:42

Ísland ætlar at lata landið upp fyri fólkum, sum eru liðugt koppsett, ella hava havt COVID-19 smittuna, og sum eru komin fyri seg aftur.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Tíðindini um, at landið ætlar at lata landamørkini upp fyri hesum fólkunum, bórust í gjár eftir ein fund hjá stjórnini.

Tað rætta at gera

- Hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, sigur Þórdís Kolbrún R. Gylfadóttir, ráðharri í vinnu- og ferðavinnumálum.

Hon sigur, at tíðindini eru umráðandi fyri ferðavinnuna, so fólk, sum ikki koma úr teimum 26 Schengen-londunum í Evropa, eisini kunnu sleppa til Íslands.

Fleiri onnur lond í Evropa umhugsa eisini at lata landamørkini upp fyri fólkum, sum annaðhvørt eru liðugt koppsett, ella hava havt koronusmittuna, og eru komin fyri seg aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585